Kanska teir fimm týdningarmiklastu lærusetningarnir til foreldur at tannáringum

Fá eitt gott samband við tín tannáring

Í tannárunum fer barnið hjá tær frá at vera barn til at verða vaksin. Tíðarskeiðið er vorði longri og longri tey síðsti áratíggjuni, og leiðandi granskarar bera nú fram, at tannárini byrja longu um 10 ára aldur, og eru ikki liðug fyrr enn vit eru miskeiðis í 20´unun. Granskarar eru eisini á einum málið um, at tað henda stórar broytingar í heilanum hjá tannáringinum, og at hesin er sera kenslusamur, viðbrekin og ávirkiligur mótvegis umhvørvinum.

Tann langa og ofta rokaliga skiftistíðin, hevur við sær at sambandið millum foreldrini og tann unga er merkt av skiftandi sinnalagi og órógvi. Nógv foreldur eru mangan stúrin fyri, um teirra sjálvglaðu og ábyrgdarleysu ungdómar nakrantíð fara at megna vaksnamannalívið.

Men tað er ymiskt, sum tit kunnu gera fyri at snara tí óhepnu gongdini, og gera ungdómsárini til eitt tíðarskeið, har sambandið millum tykkum og tann unga verður styrkt, í staðin fyri at vikna.

 

1.     Viðmerk minni og ger færri metingar

Vit foreldur hava lyndi til at hava sjónarmið og áskoðanir um næstan alt, sum tey ungu takast við. Al oftast er tað tí at vit vilja teimum tað væl, og vit vilja verja tey og tryggja okkum, at tey eru á rættari leið.

Men barnið hjá tær er ikki tú – og tað skal ikki vera tú. Tí skal tú venja teg við at virða tann unga fyri tað sum hann ella hon er, og ikki tað sum tú kundi hugsa tær at tey vóru.

Fyri tey ungu kennast viðmerkingarnar og áskoðanirnar frá tær, sum um at tú er ónøgd/ur við tey, og tað setur tey í verjustøðu, sum í ringasta føri ger ósemjurnar størri og ger gjónna í millum tykkum størri.

Set í staðin opnar og virðiligar spurningar, sum kunnu hjálpa teimun ungu at hugsa um teirra val og gerðir. Tað mennir teirra sjálvsmeting og eginleikarnar at taka røttu avgerðir.

 

2. Hav áhuga í lívinum hjá tí unga

Meðan børnini eru smá, er tað sjálvsagt at tú fer við teimum til frítíðarvirksemi og tiltøk sum heild, og mangan ert tú eisini ein virkin luttakari. Men so hvørt sum tey vaksa til og gerast sjálvstøðug, verður luttøkan hjá foreldrunum meira tilvildarlig.

Tað er heldur ikki víst at tann ungi vil hava tykkum til staðar í øllum sum hann/hon ger. Men um tú gevst at hava áhuga fyri tí tey gera, so fara tey at kenna seg avvíst.

Tú vísir tí unga áhuga og viðurkenning, tá tú spyrt inn til og hevur sannan áhuga í tí sum hann ella hon tekst við. Minst til at varveita forvitni, práta vit tann unga um ymiskt, sum hann ella hon hevur áhuga í. Tað er týdningarmikið, sjálvt um  áhugin bert  er fyri telduspølum.

 

3. Ger rúm, lat fara og loyv tí unga at gera egin misstøk         

Nógv foreldur hava ampa av vaksandi ábyrgdarloysinum, sum tey síggja og uppliva hjá tí unga. Tað kann eisini vera at tú er bangin fyri um tann ungi kemur til skaða, ella av óvart kemur til at skaða onnur.

Tann ungi tykist í nógvum førum bera seg meira ábyrgdarleyst at enn t.d. eitt 8 ára gamalt. Veruleikin er tó tann, at í flestu førum snýr tað seg um at tey ungu leita meira eftir viðurkening hjá vinunum, og tí í størri mun kanna umhvørvið og teir karmar sum eru teimum givnir.

So tey hava ikki mist ábyrgdarkensluna – hon er framvegis har. Men hugurin at uppliva og kanna alt rundan um, er vorðin nógv størri.

Hugsa teg um einaferð afturat áðrenn tú skerjir tann unga. Kanska er tað tey takast við ikki so vandamikið sum tú heldur? Legg til merkis, at tann ungi hevur tørv á at sleppa at gera síni egnu misstøk, fyri at fáa kunnleika til og merkja egin mørk.

Tú kann møguliga tosa við foreldrini hjá vinunum, ein lærara ella onnur vaksin, sum tann ungi kann hava samband við. Ofta er atferðin hjá tí unga ikki so trupul sum tú heldur. Vert er at minnast til, at ógvuliga fá fara ígjøgnum ungdómsárini uttan eitt ávíst tal av ábyrgdarleysum hendingum, sum ein vaksin neyvan hevði farið í holt við.

 

4. Verð tolin, vís umsorgan og kærleika

Tann parturin av heilanum sum broytist og mennist hjá tí unga, er parturin sum á yrkismáli kallast framlepin.

Framlepin hevur millum annað ábyrgdina av at halda skil á og stýra bráðhugsan, bráðlindi og langskygni. Onkuntíð virkar framlepin framúrskarandi, men aðrar tíðir er skipanin heilt stongd – og tað er púra vanligt. Framlepin eigur at hava tamarhald á og javna bráða og í løtum áleypandi atburðin – óstøðuga virsemi hjá framlappanum  kann  eisini koma óvart á tey ungu.

Tey ungu hava tørv á langari tíð og sjálvsransakan – fyri at skilja seg sjálvi og umhvørvi tey eru í. Og mangan hava tey ikki stundir til onnur. Tað kann tí tykjast, sum tann ungi er sjálvupptikin og ikki megnar at liva seg inn í støðurnar hjá øðrum. Men veruleikin er, at tað hendur so nógv inni í teimum, at avmarka er hvussu nógv rúm er fyri at seta seg inn í hvussu onnur hava tað.

Tú stuðlar menningini hjá tí unga og menningini hjá framlappunum við at vera tolin og stuðlandi, har tað er fyri neyðini, og at seta krøv, har krøv eru neyðug. Tá tú er skiljandi og setur teg í støðuna hjá tí unga, kennir tann ungi seg skiltan og elskaðan og sum tíðin líður, fær tann ungi meira orku og megnar aftur at vera innlivandi og seta seg í støðuna hjá øðrum.

Minnist til at tann ungi væntar ikki innlivingarevnir, men er bert sera upptikin av sær sjálvum, tí tað hendur so nógv. Tí mugu vit minnast til at geva líka nógva umsorgan og kærleika, sum tá hann ella hon vóru smábørn. Tey hava tað enn fyri neyðini, men duga verri at biðja um tað.

 

5. Ver ein fyrimynd hjá tí unga

Tað besta tú kann gera, er at vera ein fyrimynd hjá tí unga. Vís við tínum atburði hvussu tú fegin vil vera viðfarin. Ver eitt fet frammanfyri og ver ítøkilig/ur við hvat tú væntar av tí unga. Gang frammanfyri og vís hvussu tú heldur at tað skal gerast. Tú er leiðbeinari fyri tann unga í verki og við egum atburði.

Legg dent á at ”hyggja eftir bóltinum, heldur enn  manninum”. Nýt framlapparnar. Vís at tú ert ábyrgdarfull/ur og  virðilig/ur, vís at tú ert langskygdur og hevur skil á støðuni, sjálvt tá atburðurin hjá tí unga er allarmest avbjóðandi.

 

www.wizemeup.dk