Kjøtfrí Lasagna:
Tilfarð:
1 leyk
2½ bátar av hvítleyki
ingifer
10 fýrakantar av frystum spinati
2dl av reyðum linsum
1 brokkoli
2 stórar gularøtur
1 dós av kokusmjólk
2 dósir av hakkaðum tomatum
lasagnu plátur
rivnan ost
Vit fara at eta frískar tomatir, ymisk sløg av oliven og smáttuost afturvið.
Mannagongd:
1. Steik fyrst hvítleyk, leyk og ingifer í eini grýtu við olivenolju.
2. Koyr siðani dósatomatir, spinat, linsir og kokusmjólk í eisini og kóka upp. 3. Legg lag omaná lag; lasagnu plátur, sós, hakkað brokkoli og rivnar gularøtur. 4. Stroy ost omaná til seinast.
Vælgagnist!