Køksfabrikkin: Nudlurættur á pannuni

[fancygallery id=”8″ album=”76″]Nudlurættur á pannuni ( til umleið 4-5 persónar)

sesamolja
1 gulan leyk
3 várleykir
hvítleyk
ingifer
gurkumeiurót
1 ½ piparfrukt
1 brokkoli
250 gr av soppum
½ grønt spískkál
2 dósir av kokusmjólk
1-2 limefruktir ella sitrónir
Nudlir
1 pk. av Sojabitum frá Quorn (liggur í frystidiskinum í FK)
Smakka til við: soja, komman, sitróngras, frískari korander, chili, salt og pipar

Mannagongd:
Steik hakkaða leykin, ingiferið, gurkumeiurótina og hvítleykin í sesamolju í einari stórari grýtu í eini 5 minuttir.
Lat alt grønmetið í og steik víðari í eini 10 min. Lat meira olju í um neyðugt.
Lat síðan sojabitarnar, krydd og kokusmjólk í grýtuna og lat sósina koma upp á kók.
Minka síðani um hitan og lat sósina smákóka í umleið hálvan tíma.
Kóka nudlurnar eftir vegleiðingini á pakkanum. Bíða við hesum til teir seinastu minuttirnar, áðrenn sósin er klár at borðreiða.
So er klárt at eta. Vit høvdu fríska korander, sterka chilisós og avokadobitar afturvið.

Vælgagnist 🙂