Í næstum fara lima foreldur at fáa boð um okkara vikuligu aktivitetir, summir kendir og summir nýggir, og har ímillum verður nýtt skeið í køksfabrikk og seymifabrikk.
Skjótt fara vit eisini í holt við køkshavan hjá okkum, so vit fáa líka nógv jarðber sum seinasta ár 🙂
Tilmeldingin til skeiðini fer fram við at skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo og viðmerkja navn og aldur á barnið og hvat barnið ynskir at royna.