Okkara nýggi multivøllur :)

Hann sær út sum vanligt svart asfalt, men vøllurin er klæddur við gummi og er soleiðis góður hjá børnum at spæla á.

Vit hava leingi ynskt okkum eitt øki, sum kann brúkast til ymiskt spæl. Nógv børn hava í nógv ár droymt um ein vøll, sum er góður at t.d. sparka og spæla basket á, sigur Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini. Og í dag gjørdist hettar veruleiki. Okkara fyrsta fótbóltskapping var í góðveðrinum í dag.

Vøllurin er klæddur við gummiasfalti, málini fest og kurvar til basket bóltaðar í jørðina soleiðis, at alt heldur til tað, vøllurin er ætlaður til.

Hegn er allan vegin runt vøllin fyri at halda bóltum og øðrum inni á økinum.

Tað hevur mangan verið vandamikið hjá børnunum at runnið eftir bóltum, so hetta er kærkomið, sigur leiðarin á Margarinfabrikkini.

Øll hava møguleika at brúka vøllin, nú hann er liðugur. Eitt nú er hugsað um miðbýarbørnini, sum kunnu spæla á vøllinum alt árið.

 

Kelda: www.torshavn.fo