Fríggjakvøldið 13. mai varð skipað fyri einum gentukvøldi, Girls Night Out. Vit vóru í heitum potti í Gomlu Hoyvíkini, har onkrar fóru ein túr í sjógvin eisini. Síðani fóru vit í eitt høli á Margarinfabrikkini, har vit fingu okkum lekran døgurða, løgdu andlitsmasku, gjørdu okkum hárið, ordnaðu negl o.m.a. Hetta gjørdist eitt sera hugnaligt kvøld, har vit góvu okkum tíð til at vera saman og at práta og hugna okkum.
Ein frálíkur “Fredag 13.!!” 😉
[fancygallery id=”6″]