Allan juni mánaða sleppa tey, sum fara í 3. flokk aftaná summarfrítíðina, at royndarkoyra margarinfabrikkina 🙂 Á hendan hátt koma børnini betri at kenna húsið og síggja hvat gongur fyri seg um dagarnar, og eisini koma tey at kenna okkum starvsfólk betri – og vit tey 🙂
Tað verður møguligt at tekna seg sum lim fyri skúlaárið 16/17, men hetta er ikki eitt krav.
Sum limur í Margarinfabrikkini hevur ein framíhjárætt at sleppa við til SummarNám, sum verður í døgunum 27. juni – 1. juli.
Vit gleða okkum til at síggja nýggjar vinir og limir 🙂