Allan juni mánaða sleppa ung úr 6. flokki at vera í Margarinfabrikkini um kvøldarnar 🙂 Mánakvøld – hóskvøld kl. 18-22 og í vikuskiftinum frá kl. 20-24. Á henda hátt kunnu tey ungu fáa eina betri føling av, hvussu tað er at vera í margar um kvøldið og hvussu stemmningurin er. Eisini eru aðrir og øðrvísið aktivitetir um kvøldarnar, so sum kórvenjing mánakvøld, quiz mikukvøld, døgurið hóskvøld og mangt annað spennandi Og ikki minst, koma tey eisini at kenna hinu ungu, sum ganga í margar um kvøldið
Vit gleða okkum at síggja tykkum