Margarinfabrikkin er eitt virkishús fyri øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til 6. flokki. Margarinfabrikkin er eitt hús, har man kemur og fer sum man vil. Tað vil siga at børnini eru her so leingi tey hava hug at vera her. Umframt alt tað sum húsið hevur at bjóða við spølum, hugna, kreativiteti o.ø., verða hvønn dag skipaðir ymiskir aktivitetir, sum stendur børnunum frítt at tak lut í. Nevnast kann tónleikafrálæra, hip hop frálæra, drama frálæra, seiðaberg, túrar, svimjing, matgerð, skoyting, fótboltskappingar og seyming.
Tað er ógvuliga ymiskt hvussu børnini brúka húsið. Summi børn eru hvønn dag, onnur eru nakrar dagar um vikuna, ímeðan onnur eru enn sjáldnari.
Man kann vera limur í Margarinfabrikkini og tað kostar 800 kr um árið fyri børn í 3. flokki, og 400 kr fyri børn frá 4. til 6. flokk. Allar flestu børn sum ganga í Margarinfabrikkini eru limir. Hetta tí at tað gevur ymiskar fyrimunir. Fyrimunirnir eru t.d.
- at børnini verða skrásett í skipanini hjá okkum
- at tey fáa bíligari millummála
- at tey fáa bíligari teldutíð
- at tey fáa møguleika fyri frálæru møguleikunum og skipaðu aktivitetunum
- at tey fáa boð tá ið aktiviteitir eru á skránni
- at tey fáa framíhjárætt at luttaka á SummarNámi
Limagjaldið fyri at ganga í Margarinfabrikkini er eitt árligt eingangsgjald. Ístaðin eru brúkagjøld á nøkrum av tænastunum. t.d. millummálanum og teldunum. Til tað hava vit matkort og teldukort skipanir, sum gera tað lættari hjá foreldriunum at tryggja sær, at børnini bert kunnu nýta peningin foreldrini frammanundan hava goldið inn á matkortið ella teldukortið, verður brúktur til tað hann er ætlaður til.
Hvønn dag frá kl. 14.30 til 15.00 er millummáli. Mesta loyvda tíð á teldunum er 1 tími pr. dag.
Um tit ynskja at koma at vitja ella hoyra meira um Margarinfabrikkina, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkum á teldupostadr. fabrikkin@torshavn.fo ella ringja á 292117 ímillum kl. 12 og 22 hvønn dag ella bara koma framvið at vitja.