Ongantíð áður hevur gravgangurin verið eins stórur og í ár
Margarinfabrikkin hevur skipa fyri SummarNámi fýra tey seinastu árini, og luttøkan hevur hvørt ár verið sera góð. Men í ár, er fyrstu ferð at tað hevur verið “útselt” so tíðliga. Vit hava roynt alt hvat vit kunnu, fyri at geva øllum børnunum, teirra 1. val, men tað hevur ikki borið til hjá øllum, men tey hava so fingið teirra 2. ella 3. val. Onkur einstøk børn eru ikki sloppin framat 1.2.ella 3. valið, men havi fingið tilboð um aðra verksmiðju, har tað hevur verið pláss. Og hóast tað kann tykjast sum eitt “øv” fyri tey børnini, kunnu vit lova øllum børnunum, at tað heilt víst verður stuttligt hóast alt.
Vit vilja takka øllum tykkum sum hava víst áhuga fyri SummarNámi. Stóra áhugan fyri SummarNámi, tulka vit sum eitt greitt tekin um at tørvur er á skipaðum, stuttligum og ørðvísi aktivitetum, – eisini hesa ársins tíð.
Vit steingja fyri tilmeldingini í dag, og glaða okkum at hitta øll SummarNám børnini mánamorgunin 27. juni. kl 09.00 í Margarinfabrikkini.
SummarNám er komi fyri at vera, og vónandi verður møguleiki at víðka tilboði til tvær vikur komandi ár, so enn fleiri børn fáa møguleika at luttaka.
Gott summar 🙂
Við summarheilsan
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini