Fjórða árið á rað skipar Margarinfabrikkin fyri summarskúlanum SummarNám. Hetta verður frá 27/6 til og við 1/7 og er fyri børn í 2. fl. – 5. fl.
Eins og undanfarnu árini, er longu sera stórur áhugið fyri luttøku. SummarNám leggur dent á at vísa børnunum á øðrvísi hættir at læra. Tí eru tað eisini sera ymiskir undirvísarar og verksmiðjur á skránni í ár.
Upp ímóti hundrað børnum fara aftur í ár at fáa møguleikan at luttaka á SummarNámi, men her verður eisini okkurt til tey vaksnu. Fríggjadagin 1/7 verður stóri endabresturin, sum kallast ”Frálíki Fríggjadagur”.
Tá fáa øll tey, sum hava hug, høvi at síggja tað sum børnini hava fingist við ígjøgnum vikuna. Møguleiki verður at koma á gátt í Margarinfabrikkini hendan dagin.
Freistin at melda seg til SummarNám 2016, er 21/6, kostnaðurin er 600 kr. Tað er avmarkað luttøka á verksmiðjunum.
Tilmeldingarskjal fáa tit við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Meira verður verður at frætta um hvørja versmiðju børnini eru sloppin á í komandi viku.
https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin2/Summarnám2016
Eitt sindur um verksmiðjurnar:
Træverksmiðjan (Joel Cole)
Børnini fara hesa vikuna at granska í hvat listin kann, tá mann er spontanur og letur seg lita av tí, sum umhvørvið hevur at bjóða. Creative, Organic og Spontaneous sculpture, eru høvuðsorðini á hesi verksmiðju. Umframt hetta fara børnini at arbeiða við at dreyga træ.
Kroppur og rørsla (Øssur D. Eiriksfoss og Jóni B. Christiansen)
Tey seinastu tvey árini hevur hendan verksmiðjan verðuligani víst á ymiskar háttir at røra seg uppá. Børnini verða bjóðaði av og eggjaði við sera góðum stuðli frá undirvísarunum. Á hesi verksmiðju fara børnini at uppdaga at tey tora og megna nógv meir enn tey halda.
KøkuRok (Malan Jákupsdóttir Lervig)
Cupcakes…popcakes…muffins…cookies – ein vika við bakstri. Børnini fara at baka og m.a. at vitja eitt sjokulátavirki og síggja hvussu sjokoláta verður gjørd.
KokkaRok (Tjóðhild Patursson og Selma Dahl Erol)
Frá náttúruni og á tallerkin. Í ár verður leita eftir hvat føroyska náttúran hevur at bjóða. KokkaRok fer at halda til í Nólsoy tað mesta av vikuni. Millum annað fara børnini at henta notur, gera notupizza og kandiseraðar blómur.
Listaverksmiðjan (Jón Sonni Jensen)
Á hesari verksmiðju verður dentur lagdur á tað skapandi og altíð broytiligu listina. Børnini fara at hava sera fríar teymar at gera sítt egna listaverk, dentur verður lagdur á, at hava eitt opið rúm, har alt kann henda. Tey fáa atgongd til alskyns tilfar, so teirra hugflog fær so stórt rásarúm sum gjørligt.
ÚtiLív (Sæbjørn Johannesen og Dagmar K. Clothier)
Hendan verksmiðjan kann bjóða børnunum eina viku við frískari luft, seiðabergi, báli, flakabygging, krabbafangan og reyðum kjálkum. Hesa vikuna verða børnini og teirra undirvísarar útimenniskju við stóra Ú.
Seymiverksmiðjan/GTS (Herborg Torkilsdóttir)
Hendan verksmiðjan fer at granska hvat sniðgeving, seyming og endunýtsla er. Umframt at seyma, fara vit at arbeiða við hugtakinum ”Ger Tað Sjálv/ur”, betri kent sum DIY. Hvat kann skapast burturúr einum gomlum glasið, toystykki ella pappíri? Hesar spurningar fáa børnini kanska svar uppá í hesi verksmiðju. Sigast skal at hendan verksmiðjan er bert fyri 4. og 5. flokk.
Um tit hava eitt hvørt at spyrja um, kunnu tit altíð venda tykkum til Margarinfabrikkina á tlf. 292117 ella skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo.
Vit gleða okkum sera nógv til hesa vikuna og vóna at børnini fáa eitt minni fyri lívið 🙂
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini