SummarNám 2016 – dagur 2

Hurra fyri týsdegnum!
Tað hevur verið rokan í fjørðuni, í Nólsoy, Volgaravík, skúlanum við løgmannabreyt, Skógrøkt, Margarinfabrikkini(uppi og niðri) og í Eysturskúlanum 🙂
Børnini eru so dugnalig til at fordjúpa seg í tí tey gera, tey eru so kreativ, uppfinningarsom og stuttlig 🙂 Altso sum tit vaksnu eru heppin at eiga tey og vit eru ikki minni heppin at sleppa at lána tey 🙂
Vit í SummarNám vilja eisini fegin ynskja Dávid tillukku við føðingardegnum! ÚtiLív sigur takk og manga takk 🙂
Dagsins spurning: “Dagmar! Eitur tað kombitch ella kombik?” 😉
Vit síggjast í morgin til enn ein fantastiskan dag 🙂

[fancygallery id=”8″ album=”89″]