SummarNám 2016 – Frálíki fríggjadagur

So kom “Frálíki Fríggjadagur” og sikken en frálíkur dagur tað hevur verið 🙂 Børnini hava víst fram, tað sum tey hava gjørt gjøgnum vikuna, og fortalt um allar upplivingarnar tey hava havt.
Um nakað syrgiligt skal sigast um hendan dag, so er tað tað, at hetta er seinasti dagur á SummarNámi, og tað er ikki frítt at onkur tár hava verið at sæð.
Hendan vikan hevur verið so vøkur, fantastisk og stuttlig.
Stóra takk til tey virkir og fólk sum hava stuðlað SummarNámi 2016. Vælvildin vit eru blivin møtt við er ótrúlig, enn einaferð túsund takk!
Foreldur og avvarandi hjá okkara SummarNám- børnum, tit verða ikki gloymd. Tykkara vælvild tá vit til tíðir hava sent tíggju sms-boð út um seinkingar og nýggj avheintingarstøð, hava gjørt tað til eitt spæl at vera eitt barn sum er á uppdagingarferð 🙂
Tit undirvísarar og hjálparar eru ein av týdningarmestu brikkunum í hesari vikuni. Tit eru fyrimyndir fyri hesi børnini, og tey eru rík, tí tey hava møtt tykkum. Okkara vón er at øll børn í Føroyum fáa høvi at fáa slíkar fyrimyndir.
Men stórstu tøkk fáa børnini <3 Vit fara at sakna tykkum. Tit eru øll, ein og hvør serstøk, vøkur og frálík, og vit vaksnu eru so heppin at hava hitt tykkum.
Uttan tykkum- onki SummarNám!

Vit síggjast næsta ár 🙂

[fancygallery id=”8″ album=”93″]