SummarNám – dagur 4

Wauw! Sikken ein doyligur hósdagur!
Tað hevur verið sera nógv at gjørt hjá okkara SummarNám børnum í dag. Tey gera nevnliga klárt til “Frálíka Fríggjadag” sum verður í morgin. Eg sigi bara eitt, og tað er, at tit skulu gleða tykkum!
KokkaRok hevur gjørt ís í dag, og í morgin fara tey at eta hann, og so fara tey eisini at leypa á bláman í Nólsoy, tey eru so kul!
ÚtiLív stakk av til Hest, har tey hava brent bál, gjørt pannukøkur, og fiskað eina rúgvu av fiski, sum tey eisini hava grillað á bálinum.
Træverksmiðjan hevur, umframt at dreyga træ, verið úti í náttúruni og henta rusk upp í átta, ja tú las rætt, ÁTTA posar, altso altso tey eru røsk! 🙂
Seymiverksmiðjan/GTS hevur innrættað verðins kulast rúm, so tit øll kunnu síggja hvussu nógv fæst burturúr, tá hugflog og endurnýtsla renna saman, gleðið tykkum!
Listaverksmiðjan hevur fingist við at gera teirra latex-verk liðug, so kreativt og øðrvísi og spennandi.
Kroppur og rørsla hava spælt og rokast uppi í Fimi, svomið og spælt fótbólt. Seinast tey vóru at síggja, høvdu tey reyðar kjálkar og eitt stórt smíl um andlitið 🙂
KøkuRok vóru ígongd við tann heilt stóra baksturin, tey eru so íðin og dugnalig. Eg vænti at børnini fara at bjóða eina lítla smakkiroynd til teirra vaksnu og vinir, vælsmakkandi verður tað íhvørtfall 🙂
Í morgin er so stóri endabresturin “Frálíki Fríggjadagur” og tit eru øll vælkomin millum kl.15 og kl.17.
Vit síggjast![fancygallery id=”8″ album=”91″]