Tíðindaskriv skúlaársbyrjan 2016
Góðu børn og foreldur
Hjartaliga vælkomin til nýggja árið í Margarinfabrikkini. Vit fara eins og undafarna ár, at bjóða sera fjølbroyttar og spennandi aktivitetir. Vit leggja sera stóran dent á at bæði børn og foreldur trívast og kenna seg væl í Margarinfabrikkini.
Um tit ynskja at barn títt er limir í Margarinfabrikkini og kann nýta gott av okkara føstu aktivitetum, mugu tit minnast til at melda barn tykkara til. Hetta kann gerast við útfylla innlimingarskjalið antin á heimasíðuni www.fabrikkin.fo ella við at støkka inná gólvið í Margarinfabrikkini. Minnist til at viðmerkja navnið á barninum og flokksstig um tit gjalda umvegis bankan.
Kostnaðurin fyri alt árið at vera limur er 800 kr. fyri børn í 3. flokki og 400 kr. fyri børn í 4. til 6. flokk. Ístaðin fyri at gjalda mánaðgjald, sum vit kenna frá frítíðarskúnunum, er limagjaldið eitt eingangs gjald, sum er galdandi fyri alt skúlaárið. Og um man ynskir at barnið fær millummála, tá ið tað vitjar í Margarinfabrikkini, er møguleiki at hava eitt matkort, sum tit foreldur gjalda fyri, og síðani verður tað viðmerkt í matkortinum hjá barninum so hvørt. Hetta er gjørt so at børnini sleppa undan at ganga við peningi uppiá sær, og freistast til at keypa eitthvørt søtt á veg oman. Somuleiðis er við teldukortið um barnið ynskir at hava eitt sovorði. Hesi gjøldini eru sokallaði brúkaragjøld, skilt soleiðis at man “bert” gjeldur so hvørt man brúkar.
Vit royna altíð at eftirmeta um aktivitetirnir eru viðkomandi fyri tey børnini, sum velja at ganga her, so gott hevði verið um tit geva okkum eitt prei, um tit hava ynskir um ein annan aktivitet enn tað vit bjóða.
Margarinfabrikkin er fyri øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til og við 6.flokk.
Fyrimunirnir hjá limum eru m.a. :
- Atgongd til virksemi sum bert er fyri limir, sum m.a. er :
Seymiundirvísing, hipp hopp dansifrálæra, matgerð, tónleikafrálæra, drama, fiskitúrar, skoyting og svimjing
- Dagsins rættur er bíligari
- Teldurúmið er fyri hálvan prís
- Tiltøk sum t.d. barnadisko er ókeypis
- Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um virksemið og broytingar í Margarinfabrikkini
- Frammihjárætt til Summar Nám 2017
Upp og afturlatingartíðirnar eru :
Mánadag til Hósdag: kl.12.00 til 17.00
Fríggjadag: kl.11.30 til 17.00
Okkara fasta viku virksemið fram til jólar er :
Mánadagur:
Kl.14.00 til kl.16.00 Seymiverkstova (bert fyri limir í 4. til 6.flokk) Tilmelding krevst
Týsdagur:
Kl. 15.00 til 16.00 Hipphopp dansur (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl. 15.00 til 16.00 Fótbóltskapping á plattinum uttanfyri. (øll kunnu vera við)
Mikudagur:
Kl.14.00 til 16.00 Matgerð (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl. 15.00 Tweens (øll sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)
Hósdagur:
Kl.13.00 til 16.30 Tónleikafrálæra (bert fyri limir)
Kl. 15.00 Spurnarkapping (øll kunnu vera við)
Fríggjadagur:
Kl. 14.00 til 15.00 Drama á loftinum, byrjar eftir heystfrítíðina (bert fyri limir) Tilmelding krevst
kl. 15.00 til 17.00 Fiskitúrur(Bert fyri limir)
Eitt sindur um viku aktivitetirnar:
Seymiverkstaður (bert fyri limir)
Hvønn mánadag frá kl. 14 – 16, verður gjørligt hjá børnum sum ganga í 4. – 6. Flokki, at luttaka í seymiverkstaði sum Herborg fer at hava ábyrgdina av. Herborg hevur luttikið í kappingini “Klar parat sy”, sum var send á DR og vann kappingina. Herborg hevur drúgvar royndir við seyming og øðrum kreativum arbeiði.
Ætlanin hjá Herborg er, at børnini kunna seyma ymiskt til sín sjálvan t.d. niðurdeilar, blusur og húgvur.
Tað er pláss fyri fýra børnum hvørt skeiði.
Um barn tykkara ynskir at verða við í hesum verkstaði, er neyðugt at melda seg til. Hettar kann gerast við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo viðmerkið navn á barninum og eitt tlf.nr. har tit kunnu røkkast.
Tónleikur (bert fyri limir)
Hósdag er frálæra í tónleiki. Undirvíst verður í guitar, bass, klaver, trummum og sangi.
At byrja við, verður tað einstaklinga frálæra, men við tíðini er ætlanin at gera samanspælsbólkar, ið fara at framføra, har høvi býðst.
Endamálið við hesum verkstaði, er at leita fram tónleika evnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug.
Bartal Augustinussen og Fróði Hansen leggja børnunum lag á
Drama (bert fyri limir, byrjar eftir heystfrítíðina )
Á skránni verða smá dramaspøl, kropsvenjingar, improvisatiónir og konsentratiónsspøl.
Endamálið við drama er m.a., at læra at traðka fram, og tora at vísa eina aðra síðu av sær sjálvum.
Fótbóltur
Týsdag er fótbóltskapping á plattinum uttanfyri.
Eitt starvsfólk er altíð við
Quiz
Hósdagar er spurnarkapping. Spurningarnir eru blandaðir og kunnu verða alt frá, hvat rørist í samfelagnum beint nú, søguligir, ljóð spurningar, almenn vitan og skemtiligir spurningar.
Um børn ynskja at skipa fyri spurnarkappingini, hava tey møguleika til at melda seg til at gera spurningarnar og at lesa upp
Fiskitúrur (bert fyri limir)
Fríggjadag kl.15.00 til kl.16.45, fara børnini saman við Sæbirni, at fiska á ískeiini. Bjargingarvestar og tráða er til øll.
Sæbjørn leggur børnunum lag á
Barnadisko fyri 3. og 4. Flokk
Barnadiskotek fyri 3. og 4. flokk er nakrarferðir um árið í Margarinfabrikkini. Tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.
Tá skipa vit fyri, dansikappingum og spølum. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í
Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr.
Vit meta at 50 kr. í lummapeningi er meira enn nokk til kvøldið.
Tweens
Hvønn mikudag kl. 15 er tweens. Tweens er eitt tilboð til børn í 5. og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar við góðum og áhugaverdum práti, um ymiskt sum rørir seg í teirra unga sinni.
Vit fara eisini túrar út úr húsinum, til ymisk tiltøk sum eru hóskandi fyri hendan aldursbólk.
Øll í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 5. og 6. flokki eru vælkomin
Dagmar Clothier skipar fyri
Køksfabrikkin (bert fyri limir)
Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni. Fram til heystfrítíðina, fer Salua Manai at hava køksfabrikkini. Aftaná heystfrítíðina verður tað Selma Erol sum fer at hava Køkksfabrikkina..
Tað er pláss fyri 4 børnum í senn.
Tit kunnu melda tykkara børn til, við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo . Tit eru eisini vælkomin at ringja til Margarinfabrikkina á 292117, um tit hava spurningar um eitthvørt.
Køkshavin
Beint áðrenn summarfrítíðina arbeiddu børn, ung og starvsfólk við einum køkshava í økinum við Margarinfabrikkina. Hesin stendur nú í besta blóma, og vit fara at halda hann, saman við børnunum og teimum ungu. Meira verður at frætta um hetta á heimasíðini.
Samrøðubólkar
Samrøðubólkar fyri børn við fráskildum foreldrum byrja tíðliga í heyst og halda fram til jólar.
Um hettar hevur tykkara áhuga kunnu tit skriva til salua@torshavn.fo ella ringja á 282119. Um tit vilja vita meira um samrøðubólkarnar, kunnu tit lesa á heimasíðini.
Heimasíðan www.fabrikkin.fo verður dagførd við tí nýggjasta frá okkum.
Tit kunnu lesa um øll tiltøk og verkætlanir, sum Margarinfabrikkin skipar fyri á heimasíðuni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum 🙂
Bestu heilsur
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini