Køksfabrikkin fer nú í gongd aftur 🙂
Tað er fult teknað í januar, men nøkur fá pláss eru eftir til í februar.
Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni. Hendan verksmiðjan hevur verið sera vælumtókt og børn hava staðið á bíðilista, so vit hava valt at halda áfram so leingi áhugi er fyri tí.
Verksmiðjan er hósdagar frá kl. 14.00 til 16.00 í Margarinfabrikkini, 4 hósdagar í alt. Pláss verður fyri 4 børnum hvørja ferð.
Tit kunnu melda tykkara børn til, við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo . Tit eru eisini vælkomin at ringja til Margarinfabrikkina á 292117 ella 282119, um tit hava spurningar um eitthvørt.