Samrøðubólkar fyri børn 2017

Samrøðubólkar fyri børn 2017

Øll skilnaðarbørn frá 3. – 6. flokk kunnu vera við. Samrøðubólkarnir hittast í Margarinfabrikkini mikudag frá kl. 15 – kl. 17, og tað er ókeypis. Seinasta freist at melda seg til er 1. februar 2017 og byrjað verður í viku 8.

Hvat er ein samrøðubólkur?
Tað er eitt stað:

  • Har børn hittast, ið hava tað til felags, at mamma og pápi eru farin hvør til sítt.
  • Har ein kann deila tankar og kenslur, og geva hvørjum øðrum góð ráð.
  • Har ein er saman við vaksnum, ið taka ymisk evni upp, sum eru viðkomandi fyri skilnaðarbørn.
  • Har ein kann fáa hjálp og stuðul.

 

Rættiliga nógv børn uppliva, at foreldrini fara hvør til sítt, og hjá onkrum er torført at skilja, at foreldrini ikki vilja búgva saman meira. Ein hjúnaðarskilnaður hevur við sær nógvar broytingar í gerandisdegnum, og nógvir tankar og spurningar kunnu stinga seg upp:

Hvar skal eg búgva? Kann eg halda fram á sama skúla? Kann eg halda fram við mínum frítíðarítrivum? Hvar skal eg halda jól, føðingardag og summarfrí? Og hvat geri eg, um eg sakni mammu, tá ið eg eri hjá pápa, og pápa, tá ið eg eri hjá mammu?

Tað vera Dagmar Clothier, námsfrøðingur og Elin K. Jacobsen, námsfrøðingur sum fara at leiða samrøðubólkin.

Um hetta er nakað fyri teg, kanst tú skriva til okkum:

Dagmar: dagmarkc@gmail.com ella ringja á 263123

Elin: gira_821@hotmail.com ella ringja á 503024