Seymiverkstaður
Børn sum ganga í 6.ella 7.flokki, kunnu melda seg til seymiskeið í Margarinfabrikkini.
Eitt skeið varar 5 vikur og vit møtast mánadagar kl.14.15-15.45.
Børnini seyma klæðir og annað sum tey hava evnir til.
Herborg Torkilsdóttir leggur børnunum lag á.
Tilmelding til hesa verkstovuna fer fram við at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Tað eru 4 pláss á hvørjum skeiði og tað er “først til mølle”.
Bert fyri limir 🙂