Almennur fyrilestur um “SEX KREVUR SAMTYKKI”

Í samband við viku sex verður almennur fyrilestur í Margarinfabrikkini

Eins og trý tey seinastu árini, setur Margarinfabrikkin sjóneykuna á viku sex.

Mikukvøldið tann 8/2-2017 kl. 19.30, fer Katrin á Neystabø frá Amnesty at hava almennan fyrilestur í Margarinfabrikkini.

Amnesty hevur í eina tíð havt eitt átak sum kallast “SEX KREVUR SAMTYKKI” og fer fyrilesturin hjá Katrini á Neystabø at taka støði í hesum átaki.

Fyrilesturin er hóskandi til allar tannáringar og foreldur teirra og onnur.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.