LAN – party 24. – 25. feb.

Eftir at vit hava misrøkt okkara game’arir í alt ov langa tíð, fara vit nú í gongd aftur við LAN – party nakrar ferðir um árið. Fyrsta LAN – vikuskiftið verður 24. – 25. feb.

Vit byrja fríggjakvøld kl. 19.00 og taka ein steðg kl. 02.00. Vit byrja aftur leygardagin kl. 12.00, og halda áfram til Margar letur aftur kl. 02.00 leygarnáttina.

Møguleiki er at hava sína egnu teldu við ella leiga frá Margar fyri 100 kr. Teldurnar man kann leiga eru Alienware teldur, headsett og mús.

Tað er ókeypis at luttaka.

Vit fara at taka onkrar steðgir, har vit hava møguleika at keypa okkum okkurt at eta. Um tú ynskir at melda teg til LAN – party, skalt tú senda okkum eini boð á facebook og upplýsa navn, tlfnr., og føðiár.

LAN – party er fyri øll í 7. fl. til 17 ár.