Margar Cup

Nú verður aftur farið undir Margar Cup

Fyri nøkrum vetrum síðani, gjørdu vit Margar Cup, tí at tey ungu sum gingu her, ynsktu at sleppa at kappast í øllum tí, sum húsið hevði at bjóða.

Margar Cup er ein bólkakapping, sum verður hvørt mikukvøld fyri 7. og 8. flokk í fýra vikur á rað. Eftir tær fýra vikurnar, er møguleiki hjá nýggjum bólkum at koma við. Tit gera sjálvi bólkarnar á fýra til fimm luttakarar.

Tað sum tit fara at kappast í er t.d. chilikapping, pool, dart, playstation, borðfótbólt, counterstrike, borðtennis…..o.a.

Vinnarirnir eftir fýra vikur, vinna eitt Havnarkort. Fyrsta Margar Cup verður mikukvøldið 15. feb. kl. 20.00.

 

Síggjast 🙂