Margarinfabrikkin hevur tey seinastu tjúgu árini virka fyri børnum og ungum. Vit ynskja at vera við í tí sum rørir seg ímillum ung og halda okkum hava eitt ok innlit í teirra ungdómslív. Býti av aldrinum hjá teimum ungu hevur altíð verið ein avbjóðing, tí at spenni frá at vera 13 ár og til at vera 18 ár, halda vit vera sera vítt. Avbjóðingin hjá okkum hevur ligið í, at vit ikki ynskja at seta nakran á gøtuna, og tí hevur verið trupult at býtt kvøldini upp eftir aldri.
Seinasta hálva árið hava vit merkt ein tørv hjá ungum heilt niður í 13 ár at koma her, men tað tykist tó sum um, at tey hava ilt við at kenna seg heima, tí at tey flestu eru í aldrinum 15 til 18 ár. Margarinfabrikkin er fyri øll ung í aldrinum 13 til 18 ár, lat ongan iva vera um tað, og tí hava vit valt at royna nýggjar upplatingartíðir og at býta kvøldini upp eftir aldri, sum vónandi ger at fleiri ung úr 7. flokkunum eisini koma at støðast her.
Virksemi verður eisini nakað broytt. Vit fara hvørja viku og ígjøgnum alt vár at bjóða skeið, verkætlanir og verkstovur til tykkum ungu. Bara fyri at nevna nøkur, fara vit at bjóða seymiverkstovu, frálæru fyri tónleikabólkar og einstaklingar og matgerð hvørja viku.
Av øðrum skeiðvirksemi fara vit at bjóða sang/tekst og lagsmíð skeið við okkara royndu tónleikarum, søguskriving við gestalærara, fotoskeið, paint ball, go-kart og mangt annað. Um tit hava eitthvørt hugskot til okkum um eitt skeið ella vikuaktivitet, skulu tit bara siga tað við okkum ella skriva til okkum á facebook.
Í summar er ætlanin at gera kendu Bragdardagar fyri tykkum ungu eisini. Higartil hava bert børnini verið so heppin at sloppi at roynt hesar framúr upplivingarnar, sum okkara Øssur og Jóni hava staðið fyri.
Margarinfabrikkin hevur nýligani gjørt eitt samstarv við Norðurlandahúsið um eina størri verkætlan, sum verður í heyst. Verkætlanin er ikki liðug hugsað enn, men tá er ætlanin at fylla Norðurlandahúsið við ungdómum eitt heilt vikuskiftið við øllum hugsandi ungum framførslum.
Broytingarnar vera soleiðis:
Mánakvøld: 7. og 8. fl.
Quiz og kaka
Seymiverkstova
Týskvøld: 8.fl til 18 ár
Quiz og kaka
Tónleikafrálæra fyri bólkar
Mikukvøld: 7. og 8. fl.
Matkvøld
MargarCup
Tónleikafrálæra fyri einstaklingar
Hóskvøld: 8.fl til 18 ár
Matkvøld
MargarCup
Fríggjakvøld og leygarkvøld: 7. og 8. fl. kl. 19:00 – 23:00 og 8. fl til 18 ár kl. 22:00 – 02:00
Bingewatch – SKAM
FIFA – kapping
Filmskvøld