Í dag var mikudags quiz og umframt at hava quiz, høvdu vit eitt felags spæl. Spælið gekk fyri seg á tann hátt, at vit byrja við at standa saman øll, síðan spurdi Dagmar ein spurning, og hetta vóru spurningar sum; hava tit eitt frítíðarítriv, hava tit fráskild foreldur, ert tú nakrantíð blivin happað/happaður, hevur tú nakrantíð happað, hevur tú ein at tosa við, um tú hevur brúk fyri at tosa um eitthvørt o.a. Síðan fara børnini í hvør sítt horn av rúminum, alt eftir hvat tey svara. Endamálið við spælinum er, at tey á henda hátt kunnu síggja, at tey hava nógv til felags og hvørjum tey hava ymisk ting til felags við. Eisini er hetta eitt spæl, sum er gott fyri felagsskapin, tað at læra at vera partur av einum felagsskapi og at gera nakað saman við øðrum, samstundis sum vit læra nakað um tey, sum vit eru saman við 🙂
Ein super stuttligur og gevandi mikudagur 😉
[fancygallery id=”9″ album=”100″]