Margar Cup fyri 3. – 6. fl.

Myndir frá Margar Cup 18. apríl 🙂

Í dag vóru tvær kappingar. Tann fyrra var, at børnini skuldu royna at minnast so nógv ting sum gjørligt, ið lógu fjald undir einum teppi. Tann bólkurin, ið mintist flest ting, vann kappingina. 26 ting lógu fjald undir teppinum og kláraði vinnandi bólkurin at minnast heili 21 av teimum tingunum – segði nakar fotografiskt minni!!! 😉 🙂 Seinna kappingin var stóladans, og har var øgiligur spenningur í 🙂 Fleiri ferðir vóru vit noydd at gera stein, saks og pappír, fyri at avgerða hvør skuldi út, tí tvey komu at sita á sama stóli 🙂

Allir bólkarnir liggja sera javnir, bert eitt stig millum nr. 1, 2 og 3, so tað er spenningur í luftini 🙂

Næsta týsdag er Margar Cup aftur á skránni og fara vit at hava í minsta lagið tvær kappingar, so minnist til at koma, so at tit fáa savnað tykkum so nógv stig, sum gjørligt….. 🙂
[fancygallery id=”9″ album=”107″]