2. flokkur í Margarinfabrikkina :)

Frá mánadegnum 29. mai, sleppa øll tey, sum fara í 3. flokk aftaná summarfrítíðina, at royndarkoyra margarinfabrikkina :) Á hendan hátt koma børnini betri at kenna húsið og síggja hvat gongur fyri seg um dagarnar, og eisini koma tey at kenna okkum starvsfólk betri – og vit tey :)

Tað verður møguligt at tekna seg sum lim fyri skúlaárið 17/18, men hetta er ikki eitt krav.
Sum limur í Margarinfabrikkini hevur ein framíhjárætt at sleppa við til SummarNám, sum verður í døgunum 3. juli – 7. juli.

Vit gleða okkum til at síggja nýggjar vinir og limir 🙂