Tilmeldingarskjalið til SummarNám 2017

So er opið fyri tilmeldingum fyri tey, sum ikki eru limir 🙂

Trýstið á leinkjuna og útfyllið skjalið, sum kemur fram. Minnist til at trýsta á pílin, har tit kunnu velja verkstovurnar, fyri at síggja allar verkstovurnar, ið ein kann velja ímillum 🙂

GG: Undir tilmeldingarleinkjuni standa frágreiðingar um verkstovurnar.

 

https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin2/SummarNám2017Tilmelding

 

SummarNám 2017 – verkstovur

 TekniRok – Verkstovuleiðari: Jan Nystrøm

Hvat er tekning ? Er tað at leggja penn á papír og ganga amok ? Ella er tað at savna seg og fáa hvørja linju fullkomna ? Hettar og mangt annað, verður blaka út í luftina í hesi verkstovu. Vit fara at læra um frásjón, ástøði, teknihættir og nógv annað. Um viðrar, fara vit út at fáa íblástur. Hevur tú hug at royna teg, og læra meira um at tekna, er hetta verkstovan til tín.

 

HollyRok – Verkstovuleiðarar: Andrias Høgenni, Mariann Hansen og Rannvá Helenudóttir

Verkstovan Hollyrok er ein verkstova, har børnini fara at gera ein stuttfilm. Tað er ein samanseting av framleiðslu, filming, drama og filmstónleiki.
Børnini vera við til at gera eina søgugongd, replikkir, filma, klippa, gera filmstónleik og spæla sjónleik.

 

ÚtiRok – Verkstovuleiðarar: Sæbjørn Johannesen og Dagmar Clothier

Hendan verksmiðjan bjóðar børnunum eina viku við frískari luft og reyðum kjálkum. Vit fara m.a. á seiðaberg, brenna bál, byggja flakar og at fanga krabbar. Hesa vikuna verða børnini og teirra verkstovuleiðarar útimenniskju við stóra Ú.

 

DIY – Rok – Verkstovuleiðarar: Herborg Torkilsdóttir og Katrin L. Mortensen

Vit fara at arbeiða við hugtakinum ”Ger Tað Sjálv/ur”, betri kent sum DIY. Hvat kann t.d. skapast úr einum gomlum glasið, toystykki, rulluskoytuhjólum og ørðum? Orð sum “Life Hacks”, “Fidget spinners”, og onnur hugtøk, sum rørast ímillum børn í løtuni, fara eisini at mynda hesa verkstovu.

 

KøkuRok – Verkstovuleriðari: Malan J. Lervig

Cupcakes…popcakes…muffins…cookies, – ein vika við bakstri. Børnini fara at baka, og m.a. at vitja eitt sjokulátavirki og síggja hvussu sjokoláta verður gjørd.

 

KokkaRok – Verkstovuleiðari: Tjóðhild Paturson

Frá náttúruni og á tallerkin. Vit fara at leita eftir hvat føroyska náttúran hevur at bjóða. KokkaRok fer at halda til í Nólsoy tað mesta av vikuni. Millum annað, fara børnini at henta notur, gera notupizza og kandiseraðar blómur.

 

TræRok – Verkstovuleiðari: Joel Cole

Børnini fara hesa vikuna at granska í hvat træ kann. Orð sum at “skapa”, “organiskir” og “spontanir” træskurðar, eru høvuðsorðini á hesi verksmiðjuni. Umframt hetta fara børnini m.a. eisini at arbeiða við at dreyga træ.

 

BragdarRok – Verkstovuleiðari: Øssur D. Eiriksfoss og Jóni Brandsson

Hendan verksmiðjan vísir veruliga á ymiskar hættir at røra seg uppá. Børnini verða bjóðaði av, og eggjaði, við sera góðum stuðli frá verkstovuleiðarnunum. Á hesi verksmiðju fara børnini, at uppdaga at tey tora og megna, so nógv meira enn tey halda.