Samrøðubólkur fyri tannáringar, hvørs foreldur eru skild.
Vit hava fingið fleiri fyrispurningar frá ungum, ið sakna ein møguleika at tosa við onnur ung, um hvat tað kann innibera at vera ein tannáringur, ið roynir at flúgva úr einum brotnum reiðri.
So ert tú ímillum 13 og 15 ár, og eru tíni foreldur skild, hevur tú møguleika at koma í samrøðubólk í Margarinfabrikkini.
Tað eru Dagmar og Elin, námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, sum koma at leiða bólkin.
Melda til við at senda ein teldupost til dagmarkc@gmail.com ella við at ringja á tlf. 263123 ella 503024.