Lea Kampman og Ester Skála við livandi tónleiki í Margarinfabrikkini.
Fyri nøkrum árum síðani, helt Margarinfabrikkin regluliga kafé kvøld og tað var opið fyri øllum óansæð aldur. Borðreitt varð við livandi tónleiki framførdur av bæði kendum og minni kendum tónleikarum. Hetta gav eisini teimum heilt ungu tónleikarunum ein pall at royna seg at traðka fram og vísa teirra tilfar.
Nú verður hesin regluligi táttur tikin upp aftur og fyrsta kafé kvøldið verður leygarkvøldið 25. nov.
Hetta kvøldið fara tvær sera evnaríkar ungar kvinnur at framføra við vøkrum og inniligum tónleiki. Hesa báðar kvinnurnar eru Ester Skála og Lea Kampman.
Ester er 18 ára gomul og gongur í Hoydølum. Hon ger egin løg, syngur og spælur bæði klaver og gittara.
Tónleikin hjá Leu Kampman hava vit hoyrt nógv ta seinastu tíðina. Hon hevur júst útgivið fyrstu EP sína “Common Blue” og fer hetta kvøldið, saman við nøkrum øðrum tónleikarum, at spæla løg frá útgávuni.
Kafé kvøldið byrjar kl. 21 og endar kl. 23. Tiltakið er alment og vit bjóða kaffi, te og køkur.
Margarinfabrikkin er royk- og rúsfrítt stað.