Barna Yoga

Týsdagin 6. mars byrjar barna Yoga í Margarinfabrikkini. Tað verður Elin K. jacobsen, sum fer at gera ymiskar venjingar og spøl við børnunum.

Barna Yoga er ætlað børnum, sum eru limir í Margarinfabrikkini, og pláss er fyri 8 børnum til hvørt skeiðið, sum er í 4 vikur. Tað verður frá kl. 14:30 – 15:30 og best er, um børnini eru í klæðum, sum til ber at røra seg í 🙂

Um tykkara barn ynskir at vera við, skulu tit melda til við at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo og minnist til at viðmerkja navn og tlf.nr. hjá barninum.

Vit gleða okkum at byrja 🙂