Smúkkuverkstaður fyri tey ungu um kvøldið!! :)

Hey tit ungu 🙂

Nú hóskvøldið 22. februar fara vit at gera smúkkur í Margarinfabrikkini og ætlanin er, at hetta skal vera hvørt hóskvøld 🙂 🙂 Vit fara t.d. at gera perluoyraringar, endurnýtsluoyraringar og armbond 😉 Tit mugu endiliga koma við onkrum góðum hugskotum, um hvat tit kundu hugsað tykkum at gjørt 😉

Øll kunnu vera við, so takið endiliga eina vinkonu/vinmann við 🙂