Nú verður tað !
Í Margarinfabrikkini fara vit komandi vikuskiftið, at hava boys night 9. feb. kl. 19- 01, har vit fara at hugna okkum MAX.
Á skránni verður m.a. heitur pottur, sauna, og ísakalda karið, sum er eitt “must” at royna.
Til matna fara tit at gera og grillað tykkara egna burgara, og kemur trongdin til okkurt søtt, kunna vit altíð baka pannukøkur.
Vit kynda bál uttan fyri og hugna okkum uttandura í vetrarkuldanum.
Eisini fara vit at skipa fyri ymiskum kappingum innandura, so sum Fifa, borðfótbólt, borðtennis o.a.
Um tit hava hug at vera við, skulu tit senda sms ella ringja til tlf. 292117 og viðmerkja navn.
Komið við !