– Eg føldi, eg ikki var til

Thala varð illa happað øll skúlaárini, og hon hevði næstan ongar vinir. Hon føldi seg uttanfyri, tí hon sá øðrvísi út enn hini.

Thala hevur svart hár, myrk eygu og myrka húð. Hon er av grønlendskum uppruna, og tað hevur hon fingið nógv at hoyra fyri, hóast hon hevur búð alla sína tíð í Føroyum. – Tá hini børnini sóu meg, róptu tey, at nú mugu vit fara, tí har kemur tann myrka gentan, sigur hon.
Thala hevur ongantíð havt tættar vinir. – Eg royndi ofta at spyrja onkran, um tey vildu spæla ella fylgjast, men sum oftast svaraðu tey ikki. Eg føldi meg heilt einsamalla, sum um eg ikki var til, sigur hon.

Í staðin fyri at vera saman við vinum hevur Thala mest sitið heima hjá familjuni. Nú er hon givin í skúlanum og hevur fingið arbeiði á eini matstovu. Næstan hvørt kvøld fer hon oman í Margarinfabrikkina. Har kennir hon seg væl. – Eg tími ikki at sita heima og einki gera. Her er altíð onkur, eg kann vera saman við, og eg havi fingið nakrar vinir, sum eg kann hugna mær saman við. Vit fara eisini viðhvørt í Hvonn ella í SMS, sigur hon. Thala hevur gingið hjá sálarfrøðingi, og hon hevur lært ikki at svara aftur, tá hon
verður happað. – Tú skalt lata sum einki, men tað er ræðuliga ringt. Onkuntíð klári eg tað, men onkuntíð klári eg ikki at lata vera við at svara, og tá verður alt verri, sigur hon.

(Grein úr Kvinnu 2016)