Jill varð illa happað í sjey ár, tá hon gekk í skúla í Danmark. Nú er hon flutt til Føroya og hevur fyri fyrstu ferð fingið vinir. Men happingin og einsemið hava sett síni spor.
Tey stóru eyguni í tí bleika andlitinum eru døpur og álvarsom. Unga gentan, ið situr í sofuni við beinunum uppi undir sær, er týðiliga merkt av tí einsemi og happing, sum hava fylt hennara lív, síðani hon fór í skúla í Danmark fyri sjey árum síðani. Fyri einum hálvum ári síðani flutti hon til Føroya við mammu síni, og tað broytti alt. – Eg havi vinir nú, sum eg eri saman við næstan hvønn dag. Tað havi eg ongantíð roynt fyrr, sigur hon.
Vildi ikki í skúla
Jill varð illa happað í skúlanum í Danmark, og við happingini fylgdi einsemið. – Eingin vil vera saman við einari, sum verður happað, tí tey eru bangin fyri, at tey so eisini fara at verða happað. Eg hevði ein dreingjavin, sum eisini bleiv happaður, men hann var ofta sjúkur, tí hann var bangin fyri at fara í skúla, sigur hon.
[quote align=”right” color=”#999999″]- Eingin vil vera saman við einari, sum verður happað, tí tey eru bangin fyri, at tey so eisini fara at verða happað.[/quote]Jill bleiv happað, tí hon var úr Føroyum. Men ikki bara tí. – Eg bleiv eisini happað, tí eg havi frøknur, og tí eg eri lítil. Og tí eg ikki var í teimum røttu klæðunum og ikki hevði ta røttu telefonina, sigur hon. Jill royndi ofta at lata, sum um hon var sjúk, fyri at sleppa undan at fara í skúla. Hon leyg eisini fyri mammu síni og segði, at hon hevði frí, sjálvt um hon skuldi í
skúla. – Eg kom grátandi heim úr skúlanum hvønn dag, og eg græt meg í svøvn um kvøldið. Flokslærarin royndi at steðga happingini, men tað hjálpti bert í ein dag ella tveir, so byrjaðu tey aftur, sigur hon.
Jill hevði tað so ringt, at hon mátti fara til sálarfrøðing. – Tað hjálpti eitt sindur. Tað tók fleiri steinar úr høvdinum á mær, so eg ikki hevði so nógv at hugsa um, og eg bleiv eitt sindur sterkari. Eg lærdi ikki at svara aftur, tá tey happaðu meg, tí tá tú gert tað, verður tað bara verri, sigur hon. Hon veit eisini væl nú, hví summi happa onnur. – Tey, sum happa, hava tað ikki so gott heima. Kanska pápin ella mamman drekkur, ella kanska eru foreldrini ongantíð heima. Um tey hava havt ein ringan morgun, so skulu tey lessa alt yvir á onkran annan, og tá verður tað tann, sum tey eru von við at happa, sum tað gongur útyvir, sigur hon.
Tað besta, sum er hent
Í summar flutti Jill við mammu síni til Føroya, og tá kom endiliga vend í. Hon hevur nú fingið tvær góðar vinkonur, sum hon er saman við hvønn dag. – Eg havi fingið eina ordiliga góða vinkonu í gøtuni har, sum eg búgvi. Hon er tann einasta á mínum egna aldri, sum nakrantíð hevur givið mær kærleika. Tað er tað besta, sum er hent í mínum lívi, sigur Jill rørd á málinum. – Hon og ein onnur vinkona hjá henni eru nú mínir bestu vinir. Vit eru saman hvønn dag eftir skúlatíð. Tær hava eisini lært meg, hvussu tú fært vinir. Tað havi eg ongantíð dugað fyrr, sigur hon.
Jill hevur tað gott í flokkinum, sum hon gongur í nú. Men hon er ikki so nógv saman við teimum, hon gongur í flokki við. – Tey hava tikið væl ímóti mær, men eg eri ikki saman við teimum í fríkorterunum. Eg haldi, at eg ræddi tey eitt sindur burtur í byrjanini, tí eg visti ikki tá, hvussu eg skuldi vera fyri at fáa vinir. Eg sat bara í einum króki og tosaði ikki við nakran. Nú havi eg lært, at eg skal bara fara yvir til hini og siga hey, sigur hon.
[quote align=”left” color=”#999999″] Vit eru saman hvønn dag eftir skúlatíð. Tær hava eisini lært meg, hvussu tú fært vinir. Tað havi eg ongantíð dugað fyrr[/quote]Jill dugir væl føroyskt, men hon vil heldur tosa danskt. Hon er bangin fyri at verða happað, um hon sigur okkurt skeivt. – Eg tosi ikki føroyskt í skúlanum, tí so flenna tey at mær og
rætta meg, tá eg sigi okkurt skeivt. Men tá eg tosi danskt, so siga tey onkuntíð, at tey ikki skilja danskt. Men tað taki eg mær ikki so nær, tí tað er ikki so ofta, og tey blíva ikki við, sum
tey gjørdu í Danmark, sigur hon. Tey nógvu árini við happing og einsemi hava tó sett síni spor, sum ikki eru so løtt at strika. – Eg var ein glað genta, tá eg var lítil. Men tá happingin byrjaði, bleiv eg meira og meira kedd. Eg føli meg enn øðiliga sárbara, men eingin kann gera mær nakað, tá eg eri saman við mínum bestu vinkonum, sigur hon.
(Grein úr Kvinnu 2016)