Fyri fleiri børn og ung, sum kenna seg einsamøll, er Margarinfabrikkin í miðbýnum í Havn vorðið eitt frístað, har tey kunnu vera saman við øðrum og kenna seg trygg. Starvsfólkini í Margarinfabrikkini leggja stóran dent á at skapa eina mentan, har øll kunnu vera saman, og eingin verður happaður.
Margarinfabrikkin er ein stórur felagsskapur, og her er pláss fyri øllum. Børnini og tey ungu, sum koma her, eru ógvuliga ymisk, og tað eru starvsfólkini eisini, so her er altíð onkur, ið tey ungu kenna seg trygg at tosa við, sigur Elin K. Jacobsen, sum er pedagogur á Margarinfabrikkini. Um dagin eru tað børn úr 3. til 6. flokk, sum eru í Margarinfabrikkini. Um kvøldið koma tey ungu upp til 18 ár.
Elin veit um nógv børn og ung, sum kenna seg einsamøll. – Fleiri av teimum, sum ganga her, hava ikki havt tað gott og hava sitið heima fyri tað mesta. Onkuntíð er tað Barnaverndin ella annar stovnur, ið hevur fingið tey at koma oman her, men fleiri koma eisini sjálv, tí tey hava hoyrt um okkum, sigur hon. Børnini, sum koma í Margarinfabrikkina, hava ymisk áhugamál, og tey finna saman um tað, sum tey hava hug at gera. Men starvsfólkini leggja stóran dent á, at øll eru ein stórur felagsskapur í Margarinfabrikkini, og bólkarnir skulu vera opnir fyri øllum, ið vilja vera við.
[quote align=”right” color=”#999999″]- Hjá einum, sum kennir seg einsamallan og ikki hevur so lætt við at koma út, kann tað vera lætt at fjala seg aftan fyri eina teldu. Á telduni ber eisini til at siga seg vera ein annar, og tá verður uppaftur torførari at koma saman við øðrum, og hann ella hon kennir seg uppaftur meira einsamallan, sigur Elin[/quote]– Vit skipa fyri nógvum tiltøkum og hava børnini og tey ungu við í øllum. Eitt kvøld um vikuna baka vit køku, og eitt kvøld gera vit døgurða. Matur er ein góður máti at røkka teimum ungu, og køkurin hjá okkum verður brúktur til nógvar samrøður, sigur Elin. Fyri nógv børn og ung, sum kenna seg einsamøll, verður Margarinfabrikkin eitt frístað, har tey kenna seg trygg og kunnu vera saman við øðrum. – Vit tosa nógv við børnini og spæla spøl og gera ymiskt saman, so tey verða samansjóðaði. Tað er stuttligt at síggja, at tá ein tíð er farin, so hevur barnið ella tann ungi fingið onkrar vinir, sigur Elin.
Fleiri orsøkir eru til, at børn og ung kenna seg einsamøll. – Tað kann vera happing, sum ger, at børn halda seg fyri seg sjálv, men tað nýtist ikki at vera tað. Fólk í øllum aldursbólkum kunnu kenna seg einsamøll, og tað er eisini ymiskt frá persóni til persón, nær tey kenna seg einsamøll, sigur Elin. Børn og ung eru ikki saman á sama hátt sum fyrr. Tey sita ofta hvør í sínum lagi við eini telefon ella einum teldli og samskifta á sosialu miðlunum. – Hjá einum, sum kennir seg einsamallan og ikki hevur so lætt við at koma út, kann tað vera lætt at fjala seg aftan fyri eina teldu. Á telduni ber eisini til at siga seg vera ein annar, og tá verður uppaftur torførari at koma saman við øðrum, og hann ella hon kennir seg uppaftur meira einsamallan, sigur Elin.
[message_box title=”Fleiri og fleiri ung kenna til einsemi” color=”yellow”]Tað hava ongantíð áður verið so nógv børn og ung, ið kenna seg einsamøll. Tað vísir ein donsk kanning, ið Danski Fólkaheilsustovnurin, SDU, gjørdi í 2014. 10 prosent av gentunum og 6 prosent av dreingjunum, ið eru 13-15 ár, kenna seg ofta ella ógvuliga ofta einsamøll. Danski Fólkaheilsustovnurin hevur gjørt líknandi kanningar síðani 1988. Í 1988 søgdu 4 prosent av teimum 13-15 ára gomlu gentunum og 1 prosent av dreingjunum, at tey ofta ella ógvuliga ofta kendu seg einsamøll.
Fleiri altjóða kanningar vísa, at børn og ung, ið støðugt kenna seg ógvuliga einsamøll, eru í størri vanda fyri at fáa heilsuligar og atferðarligar trupulleikar seinni i lívinum enn tey, ið ikki ella bert onkuntíð kenna seg einsamøll. Trupulleikarnir kunnu vera sjálvskaðandi atburður, sjálvmorðstankar, tunglyndi, angist, skúlafrávera og lægri próvtøl.
Kelda: SDU – Danski Fólkaheilsustovnurin
[/message_box] [message_box title=”Stórur áhugi fyri evnisviku um einsemi” color=”green”]Í vár høvdu børnini á Margarinfabrikkini evnisviku um einsemi. Børnini høvdu stóran áhuga fyri evninum og kjakaðust óført um tað. Øll vistu um ella kendu onkran, sum ofta kendi seg
einsamallan. Onkur segði frá einum granna, sum var øgiliga einsamallur og ikki fekk nógva vitjan, og onkur segði frá einum floksfelaga, sum ofta var einsamallur. Øll høvdu eisini sjálv roynt at kent seg einsamøll onkuntíð.
Í Margarinfabrikkini ganga børn og ung úr 3. flokki upp til 18 ár. Tey vórðu biðin um at nevna orsøkir til, at vit kunnu kenna okkum uttanfyri. Tey svaraðu:
• at vera øðrvísi
• at vera tjúkkur ella lítil
• at vera littur
• at vera blivin misbrúktur
• at vera samkyndur
• at hava tað ringt heima
• at verða happaður
Tey vórðu eisini biðin um at siga, hvat kann verða gjørt fyri at hjálpa einum, sum kennir seg einsamallan. Tey svaraðu:
• at tosa við viðkomandi og geva honum uppmerksemi
• at bjóða viðkomandi út við
• at fara yvir til viðkomandi, um tú sært, at hann er einsamallur
• viðkomandi kann fara til psykolog
• at siga okkurt gott um viðkomandi
• at biðja viðkomandi koma at spæla og bjóða honum ella henni heim at vitja
(Grein úr Kvinnu 2016)