SummarNám 2018

Í kvøld, mánakvøldið 11.06.2018 kl. 20.00, letur tilmeldingin upp fyri børnum, sum ikki eru limir í Margarinfabrikkin. Limirnir í Margarinfabrikkini, hava í eina viku havt møguleika, at tekna seg til ymisku verkstovurnar.

Undirtøkan hevur verið sera góð eins og undanfarin ár.

Lýsingar av verkstovunum sum pláss enn eru á, eru her:

LeirRok – Verkstovuleiðari: Guðrið Poulsen

Hvat er leir gjørt av? Hvat kann fáast burturúr einum klumpi av leiri? Børnini fara m.a. at arbeiða við spennandi maskum, evna leir til list og mangt annað. Eisini fara børnini, saman við Guðrið, at brenna leir í raku ovni, sum er ein elli gamal máti at brenna leir uppá. Hetta er nakað av tí børnini fara at royna hesa vikuna.

TekniRok – Verkstovuleiðari: Jan Nystrøm

Hvat er tekning ? Er tað at leggja penn á papír og ganga amok ? Ella er tað at savna seg og fáa hvørja linju fullkomna ? Hettar og mangt annað, verður blaka út í luftina í hesi verkstovu. Vit fara at læra um frásjón, ástøði, teknihættir og nógv annað. Um viðrar, fara vit út at fáa íblástur. Hevur tú hug at royna teg, og læra meira um at tekna, er hetta verkstovan til tín.

DramaRok – Verkstovuleiðarar: Mariann Hansen og Búi E. Dam

Sum navnið sigur, er hetta, ein vika við øllum møguligum sløgum fyri leiklist. Børnini sleppa at hugdýpa seg í leiklistini og tað ið leiklistin kann. Hetta í samstarvið við tveimum av dugnaligastu leikfólkunum í Føroyum.

KokkaRok – Verkstovuleiðari: Tjóðhild Paturson

Frá náttúruni og á tallerkin. Vit fara at leita eftir hvat føroyska náttúran hevur at bjóða. KokkaRok fer at halda til í Nólsoy tað mesta av vikuni. Millum annað, fara børnini at henta notur, gera notupizza og kandiseraðar blómur.

VísindaRok – Verkstovuleiðari: Katrin L. Mortensen

Í fimm dagar fara børnini at gera stuttligar vísindaligar royndir bæði inni og úti. Ber tað til at fáa eina pappírsdukku at dansa, bert við hjálp frá einum battaríði ? Og eru sitrón gosfjøll til? Hvørji smákykt verða fangaði í eini eiturkoppafellu og hvussu síggja tey út undir mikroskopinum ? Svarini á m.a. hesar spurningar fara at mynda hesa verkstovu. Tankin er at birta forvitni og skapanarhugin hjá børnunum. Royndirnar tey fara at gera, eru royndir, sum børn og foreldur eins væl kunnu gera heima sum í náttúru og tøkni stovuni.

 

Nøkur heilt fá pláss eru eftir á nevndu verkstovum.

Leinkja við tilmeldingarskjalið verður tøk her á síðuni www.fabrikkin.fo og á okkara facebook vanga.

 

Við SummarNám heilsan

Margarinfabrikkin