Matkort og teldukort

Góðu foreldur 🙂

Sum flestu tykkum vita, so hava vit miðmála í Margarinfabrikkini hvønn dag. Hesa vikuna fáa børnini miðmálan ókeypis, men frá í næstu viku av, skulu børnini gjalda. Kostnaðurin fyri miðmálan plagar at liggja um 5 – 7 kr fyri tey børnini sum eru limir og 8 – 10 kr fyri tey børnini, sum ikki eru limir. Limir hava møguleika at hava eitt matkort, sum foreldrini so fylla pengar á. Fyri at hava matkort krevst, at barni er limur.

Tað sama er galdandi fyri teldurnar. Hesa vikuna sleppa børnini at royna teldurnar ókeypis. Fyri limir er kostnaðurin fyri 1/2 tíma 5 kr og 1 tíma 10 kr. Fyri tey, sum ikki eru limir, er kostnaðurin 10 kr fyri 1/2 tíma og 20 kr fyri 1 tíma. Eisini her hava limir møguleika at hava teldukort. Børnini sleppa at sita í 1 tíma tils. hvønn dag.