
Vit fara at hava tað sama fasta virksemið, sum vit høvdu áðrenn summarfrítíðina. Nærri kunning um hvørjar dagar, tað ymsa virksemið er, sæst í okkara kalendara . Eisini fáa øll foreldur, hvørs børn eru limir, eitt tíðindaskriv sendandi.
Øll børn, sum ganga í 3. til og við 6. flokki í Tórshavnar kommunu kunnu melda seg sum lim í Margarinfabrikkini, hetta er tó ikki eitt krav, men sum limur hevur ein nakrar fyrimunir.
Kostnaðurin fyri børn í 3. flokki er 800 kr og fyri børn úr 4. til og við 6. flokki er kostnaðurin 400 kr – hetta er árliga limagjaldið.
[message_box title=”Fyrimunir hjá limum” color=”green”]Fyrimunirnir hjá limum eru:
- Atgongd til alt virksemið í húsinum
- Dagsins rættur er bíligari
- Teldurúmið er fyri hálvan prís
- Øll tiltøk t.d. barnadisco eru ókeypis
- Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms- og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um broytingar og virksemið í Margarinfabrikkini
Les meiri hvussu tú gerst limur her
Umframt okkara fasta virksemið, hava vit hópin av øðrum spennandi virksemið í Margarinfabrikkini, sum øll børn sleppa at nýta ókeypis. Vit hava Playstation, Nintendo Wii, nógv ymisk borðspøl, borðtennis, borðfótbólt og perlur, litblýantar pappír o.a. liggur altíð frammi