Barnadisko

Fríggjakvøldið 26. okt. verður barnadisko fyri 4. flokki.

Tað verður halloween tema hesa ferð! Margarinfabrikkin fer at verða gjørd um til eitt óhugnaligt hús og onkur óhugnalig, og kanska eitt sindur vemmilig, yvirraskilsir vera eisini 😉

Bartal hevur ein thriller playlista, vit eta óhugnaligar køkur og drekka blóðdrykkir 🙂

Kioskin er opin og vit meta, at 50 kr í lummapeningi er ivaleyst. Tað er ókeypis atgongd fyri limir og kostar 20 kr fyri vinir 🙂 Dyrnar lata upp kl. 19 og kvøldið endar kl. 22.

Vit gleða okkum til eitt stuttligt og óhugnaligt kvøld 🙂 🙂