Vit gleða okkum til aftur í ár at bjóða tykkum vælkomin til Barnajól leygardagin 9. des 🙂
Margarinfabrikkin hevur opið hús frá klokkan 11.00 til klokkan 17.00 fyri børnum, ungum og vaksnum, og eru øll vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat áhugavert Margarinfabrikkin hevur at bjóða.
Vit bjóða fleiri ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong køkufabrikk og tónleikaframførslur og halda tær til í Margarinfabrikkini og í Posthúskjallaranum. Tónleikaframførslurnar vera við m.a børnum úr Margarinfabrikkini, sum hava vant ta seinasta árið.
Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til tey ymisku verkstøðini. Starvsfólk, ungar gentur og dreingir úr Margarinfabrikkini, hjálpa til, so alt gongur uppá stás 🙂
Vit gleða okkum til ein hugnaligan, kreativan, jólaligan og minnisríkan dag saman við tykkum 🙂
Margarinfabrikkin