Margar Loppur

 Leygardagin 30.03, verður barna loppumarknaður í Margarinfabrikkini.

Tað eru børn, ið ganga til og við 6 flokk, ið hava høvi at selja t.d. onkrar av sínum leikum, ið tey ikki brúka longur, ov lítil klæðir ella okkurt, ið tey sjálvi hava gjørt og sum tey fegin vilja selja.

Kostnaðurin fyri leigu av einum borði er 20 kr og peningurin fer óskerdur til  Barna Bata.

Endamálið við loppumarknaðinum er m.a. at varpa ljós á endurnýtslu og gleðina av at gleða onnur við tingum, sum ein ikki longur hevur brúk fyri 🙂

 

So setið kross í kalendaran 30.03 🙂

 

Margarinfabrikkin