TALENT 2019

Árliga talentkappingin í Margarinfabrikkini fyri børn úr 3.-6. flokki verður 10. oktober, og finalan verður 11. oktober.

Endamálið við kappingini er at geva børnunum ein pall, har tey kunnu vísa síni serligu kynstur og gávur. Í Margarinfabrikkini ynskja vit at geva teimum eitt trygt umhvørvi at kappast í, og samstundis geva teimum vegleiðing í pallframførslu. Hetta er við til at menna teirra egnu førleikar, og serliga verður dentur lagdur á at geva hvørjum luttakara eina væleydnaða uppliving, so at tey menna sítt sjálvsálit, gerast meira sjálvsikkur og sleppa at útliva sín stjørnudreym.

Tit kunnu tekna tykkum við at senda ein teldupost til: talent@fabrikkin.fo. Viðmerkjast skal navn, flokkur, talent og um tørvur er á nakrari útgerð.

Freistin at tekna seg er mikudagin 9. oktober.

Vit gleða okkum til at hoyra frá tykkum 🙂