Fyri viku síðani lótu vit upp aftur aftaná summarfrítíðina. Og at tað ikki einans vóru vit starvsfólk, ið gleddust um tað, gjørdist okkum skjótt greitt, tí tað hevur verið fult hús – bæði um dagin og um kvøldið – síðani vit lótu upp aftur. Nógv kenna vit frammanundan, men tað hava eisini verið nógv nýggj andlit at sæð seinastu dagarnar, sum vit eru sera glað fyri.
Sum sæst, so hevur heimasíðan verið eitt sindur forsømd seinastu tíðina, og vit hava ikki verið nóg røsk at lagt ymsa kunning út her. Tað er ætlanin at broyta uppá hetta skúlaárið. Men um tú ynskir at fylgja við ella fáa eitt betri innlit í okkara virksemi, so eru vit altíð røsk at leggja út á Facebook, har vit hava eina síðu. Leita eftir ‘Margarinfabrikkin’ og so átti hon at komið fram.
Hevur tú spurningar um eitthvørt, so ber til at ringja til okkara á tlf. 292117 ella senda okkum ein teldupost á fabrikkin@torshavn.fo.