Nú er tíð at melda seg til samrøðubólk fyri børn hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt.
Bólkurin er fyri børn í 3. – 6. fl., og vit hittast í Margarinfabrikkini. Øll børn í hesum aldri, har foreldrini eru farin hvør til sítt, eru hjartaliga vælkomin.
Hetta er 11. árið, at vit hava samrøðubólk, og vit gleða okkum at byrja aftur. Tey umleið 60 børnini, ið hava gingið í samrøðubólki, hava sagt okkum, at tey hava havt gleði av at hitta børn í somu støðu sum tey. Somuleiðis hava vit fingið góðar afturmeldingar frá foreldrum teirra.
Í samrøðubólkinum sleppa børnini at tosað um ymiskt, sum eyðkennir teirra lív sum skilnaðarbarn. Tað kann vera um sorg, longsul og loyalitet. Tað kann vera um brotna familju, nýggja familju og um orkuna tey brúka uppá at flyta ímillum mammu og pápa. Men ein partur av at vera í samrøðubólki er eisini, at síggja møguleikarnar sum eru – t.v.s. at vit tosa um egna styrki, um vinfólk og um netverk, sum vit hava.
Tað vera Dagmar Clothier og Elin K. Jacobsen, námsfrøðingar og Ingvør Weihe, ið koma at leiða bólkin.
Um tit vilja melda barn tykkara í samrøðubólk, kunna tit skriva til Dagmar á dagmark@torshavn.fo ella til Elin á elinkatrinaj@torshavn.fo.
Seinasta freist at melda til er sunnudagin 20. sept.