Fjallasúkkling

Verkstovuleiðari: Helgi Winther Olsen

Dato: 14., 18. og 20 juli – frá kl 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 8

Lýsing av verkstovuni:

Dagur 1

Stuttleiki og spæl á fjallasúkklu. Tú lærir grundleggjandi rørslur á fjallasúkkluni. Um tú longu dugir ella tú kanska ikki hevur roynt teg á fjallasúkklu fyrr, so súkkla vit saman og forvitnast eftir hvat fjallasúkkling er. Tú lærir eisini hvussu súkklan riggar og hvussu tú innstillar hana í súkkluverkstaðnum.

– Møtast á Frælsinum á p-økinum uttanfyri Læraraskúlan kl. 11.00

Dagur 2

Vit halda á frá fyrsta degi og leggja nakrar teknikkir afturat. Tú sleppur at menna teg útfrá tí tú dugir. Vit súkkla runt í býnum og ymsar stuttligar avbjóðingar.

– Møtast á Frælsinum á p-økinum uttanfyri Læraraskúlan kl. 11.00

Dagur 3

Vit royna fjallasúkklubreytina við Vesturvarða. Eisini royna vit hvussu tað er at byggja eina fjallasúkklubreyt og síðani royna tað vit hava bygt. Vit enda við at grilla pylsur og hugna okkum saman.

– Møtast í Havnardali við Tølthøllina kl. 11.00

At hava við:

  • Fjallasúkklu, hjálm og klæðir ið hóska seg til veðrið
  • Lítlan ryggsekk við jakka, matpakka og einari fløsku við vatni
  • Eina eyka slangu so vit fáa lappa um tú punkterar

Um súkkluna

  • Tað hevur ikki týdning, hvussu fín fjallassúkklan er, men tryggja tær, at hon er rein og riggar væl. Vitja kanska ein súkklusmið áðrenn, um okkurt ikki riggar.