Lær at gera smúkkur (smúkkuverkstovan)

Verkstovuleiðari: Elin K. Jacobsen

Dato: 4.-6. juli – frá kl 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 8

Lýsing av verkstovuni:
Á smúkkuverkstaðnum fara vit at evna smúkkur úr perlum í alskyns litum og ymiskum endurnýttum tilfari. Vit fara at gera oyraringar, armbond og hálsbond, og her er tað bara hugflogið, ið setir markið! Alt er loyvt og onki er perfekt! Tað verða 3 litríkir dagar við nógvum vøkrum perlum og tilhoyri.

Í ár vilja vit eisini leggja meira dent á endunýtslu og at umskapa og tí eru luttakarnir vælkomnir til at taka teirra egnu smúkkur við, sum tey kundu hugsað sær at umskapa.