Sangskrivaraverkstova í heystfrítíðini

Lær at skriva og framleiða løg 🖋🎼

Í heystfrítíðini verður eitt spennandi sangskrivaraskeið 👩‍🎤 við Jasmin Mote (Jazzygold) og Eyðfinn Bogason Lamhauge (Aggrasoppar)

Kom við á eitt læruríkt og spennandi sangskrivaraskeið har vit læra at brúka ymiskar háttir í sangskriving 🎶

Jasmin og Eyðfinn koma at vegleiða hvussi tey plaga at gera/skriva tónleik 🎸

Skeiðið er fyri ung úr øllum Føroyum úr 8. – 10. flokk og er ókeypis.

Skeiðið verður í Margarinfabrikkini 9. – 11. oktober. Allar dagar frá kl. 11-15.

Tekna teg við at senda navn, aldur og tlf. nr. í einum telduposti til jasminmote@hotmail.com.