Lær at framleiða tónleik á teldu (tónleikaframleiðsluverkstovan)

Verkstovuleiðari: Eyðfinn Bogason Lamhauge

Dato: 8.-10. juli 2024 – frá kl. 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 5

Lýsing av verkstovu: Hevur tú hug til at læra, hvussu tað er at vera aftanfyri framleiðsluni (produseringini) av einum sangi? So er tað júst hetta skeiðið, sum tú skalt tekna teg til! Hetta inniber at gera tónleikin og at uppseta sangin, so hann verður mega kul 😎 Um tíð og hugur er til tað, so fara vit at gera ein sang eisini, sum tú sleppur at taka heim við.