Lær at gera leir (Leirverkstovan)

Verkstovuleiðari: Helena Højgaard

Dato: 2.-4. juli – frá kl 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 6

Lýsing av verkstovuni:
Kom og ger leir. Í tríggjar dagar fara vit at byggja, rulla, pylsa og prýða leir til alskyns leirting. Figurar, koppar, tallerkar og alt, sum hugflogið og hendurnar røkka til.