Lær at spæla Dungeons & Dragons (Dungeons & Dragons verkstovan)

Verkstovuleiðari: Andras Jákup Lindenskov Petersen

Dato: 24.-26. juli – frá kl. 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 6

Lýsing av verkstovuni:
Eitt ella tvey spøl av Dungeons & Dragons til nýbyrjarar ella royndar spælarar. Royn teg sum tjóv í einum vandamiklum ráni um stórar dýrgripar og størri vandar! Hugsa skjótt og kreativt fyri at loysa trupulleikar, ið koma sendandi móti tær!

Spælt verður við tematiskum Characters á Level 4, ið longu eru gjørdir.