Trýst á tær ymsu yvirskriftirnar niðanfyri fyri at lesa meiri um tann ítøkiliga spurningin ella tað ítøkiliga evni:

Hvussu gerist eg limur?

Tað kostar einki at vera í Margarinfabrikkini, men um tú teknar teg sum lim, skulu foreldrini fylla eitt limaskjal út og gjalda limagjaldið, sum er 400 kr. um árið. Limaskjalið fært tú í Margarinfabrikkini ella her niðanfyri:

Limaskjal børn (pdf)

Um tú ert limur fært tú avsláttur í mat- og telduskipanini.

Matkort

Allir limir í Margarinfabrikkini kunna seta pengar inn á eitt persónligt matkort. Tá ið keypt verður, draga vit upphæddina frá. Um tú ert limur í Margarinfabrikkini, fært tú avsláttur tá ið tú keypir mat.

Teldukort

Tú hevur eisini møguleika at seta pengar inn á eitt teldukort. So hvørt tú spælir við telduna,verður upphæddin
drigin frá teldukortinum. Viðvíkjandi telduspølum hevur tú møguleika at spæla ein hálvan tíma ella ein tíma í senn.
Tó kanst tú í mesta lagi spæla tilsamans hálvan annan tíma um dagin.

Kostnaður í teldurrúminum
Limir: 10 kr. fyri ein tíma og 5 kr. fyri ein hálvan tímaIkki limir: 20 kr. fyri ein tíma og 10 kr. fyri ein hálvan tíma.

 

Tweens

Tweens er eitt tilboð til børn í 5. og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar við góðum og áhugaverdum práti um ymiskt sum rørir seg  í teirra tween’ara sinni.

Vit fara eisini túrar út úr húsinum til ymisk tiltøk, so sum at sýga, paintball og go-kart, sum eru hóskandi fyri hendan aldursbólk. Nakrar ferðir um árið er tað Tween’ara kvøld.

Hvørt týskvøld er opið fyri tween’arum frá kl. 18.00 til 21.00

Øll sum ganga í 5. og 6. flokki eru vælkomin.